Petur skoraði í týdningarmiklum sigri hjá Lyngby

Lyngby, AaB og Horsens hava øll 27 stig undan seinasta umfarinum í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni

Petur Knudsen og liðfelagarnir í Lyngby vunnu í dag ein sera týdningarmiklan 2-1 sigur á AaB í næstseinasta umfarinum í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni.

 

Petur átti sín góða lut í sigrinum. Tá 24 minuttir vóru leiktir av dystinum legði Petur Lyngby á odda 1-0 aftaná eina góða sending frá ganesiska liðfelagnum, Willy Komado. Beint undan steðginum javnaði AaB til støðuna 1-1.

 

Frederik Gytkjær skoraði sigursmálið hjá Lyngby beint eftir steðgin. Petur var skiftur út undan byrjanini av seinna hálvleiki.

 

AaB, Lyngby og Horsens hava øll 27 stig undan seinasta umfarinum. AaB hevur besta málmuninav teimum trimum, meðan Horsens hevur ringasta málmunin.

 

Lyngby spælir móti Horsens á útivølli leygardagin, har teir mugu fáa stig og samstundis vóna, at AaB tapir fyri Silkeborg á heimavølli. Tvey av hesum trimum liðunum við 27 stigum flyta niður í næstbestu deildina.