Tíðindaskriv:
Nú kanst tú hoyra spennandi fyrilesturin í orðum og tónum hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina til Amerika, har hann leitar aftur til tann fantastiska tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar og toppaði við Elvis Presley, áðrenn tónleikurin ígjøgnum Radio Luxembourg skolaði inn yvir Føroyar, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin við kioskina hjá Hans, tá harður streymur varð settur á tónleikin.
Kom við til eitt hugnaligt tiltak í Varpinum mikukvøldið ella Perluni hóskvøldið við fyrilestri og tónleiki, sum verður hildið í samband við ferðina til USA og nýggju bókina 'Endiliga - rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar', sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.
Atgongumerki á Atgongumerki.fo.