Pingel skoraði reint hattrick í útisigri hjá Hillerød

Adrian Justinussen var ein tíma á vøllinum í dag

Adrian Justinussen var við frá dystarbyrjan og spældi ein tíma av dystinum, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød spældu á útivølli móti Næstved í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Hillerød at vinna dystin 3-1. Stóra hetjan hjá Hillerød var gamli B36 og HB áleyparin, Sebastian Pingel sum skoraði reint hattrick. Sebastian skoraði tey trý málini millum 56. og 70. minutt.

 

Í dag var sjeyndi dysturin á rað, at Adrian ikki skoraði fyri Hillerød. Í teimum fyrstu fimm dystunum skoraði Adrian annars sjey mál.

 

Hillerød er fremst í niðara endaspælinum við 43 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri nummar tvey, ið er gamla liðið hjá Halli Hansson, AC Horsens. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 tekur Hillerød móti júst AC Horsens á heimavølli.