Politikarar farnir at ferðast við Varðanum Pelagic

Varðin Pelagic hevur boðið øllum býráðnum á Tvøroyri og umsitingini á ferð í Evropa at hyggja eftir líknandi virkjum, sum Varðin ætlar at byggja á Tvøroyri

Atfinningarsamar røddir hava verið frammi á Tvøroyri í sambandi við ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic at byggja eitt nú virki á havnarlagnum á Tvøroyri.

 

Firhedsbrevet vísir á, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, segði við útvaprið 2. januar, at »umsitingin hjá kommununi og býráðið fóru at hyggja eftir øðrum líknandi verksmiðjum í Evropa«.

 

Frihedsbrevet skrivar í dag, at tey hava funnið útav, at býráðið á Tvøroyri er farið á rundferð í Evropa saman við Varðanum Pelagic.

 

Frihedsbrevet.fo skrivar soleiðis:

 

Í hesum døgum eru allir býráðslimir á Tvøroyri, umframt kommunustjórin og eitt annað starvsfólk hjá kommununi, á ferð við fleiri starvsfólkum hjá Varðanum Pelagic. Tey hava verið í Danmark, í Póllandi, Týsklandi og nú eru tey í Aberdeen í Skotlandi, áðrenn tey fara til Føroya umvegis Norra. Orsøkin er — tey skulu hyggja eftir verksmiðjum, sum framleiða protein og lýsi, sum Varðin Pelagic hevur ætlanir um at byggja á Tvøroyri — nakað, sum fleiri borgarar á Tvøroyri hava mótmælt.

 

Kristin Michelsen segði við útvarpið hjá Kringvarpinum 2. januar, at umsitingin hjá kommununi og býráðið fóru at hyggja eftir øðrum líknandi verksmiðjum í Evropa. Og tað meinti hann bókstaviliga — tí nú eru tey øll somul farin av landinum saman við Varðanum Pelagic.