Prestar vandu fótbólt í Nesvík

Prestar venja hart upp undir fótbóltsdyst ímóti politikarum

(Mynd: Trúboðin)

Prestarnir ætla sær at vera væl fyri, tá ið teir týsdagin skulu spæla dyst ímóti politikarum á ovara vølli í Gundadali.

 

“Dysturin millum lógkøn og hálshvít”, nevnir ólavsøkuskráin tiltakið. Dysturin millum lóg og evangeliið hava onnur nevnt hann.

 

Trúboðin skrivar, at fyrrapartin hittuast prestar til venjingarlegu í Nesvík.

 

Byrjað varð við morgunmati kl. 10.00, og eftir eina andakt varð farið á vøllin.

 

– Dysturin var javnur, og fleiri vístu síni kynstur. Dribblingar hjá Gerhardi, takklingar hjá Jákupi og dundurskot hjá Steintóru. Jú, tað sær lovandi út, skrivar Trúboðin.

 

Dysturin millum prestar og politikarar er vælgerandi tiltak. Í ár verður latin stuðul til verkætlanina »Øll hava rætt til góð barnaár« hjá Bláa Krossi Føroya. Fleiri fyritøkur hava latið stuðul. Tiltakið á Ólavsøku er ókeypis.

 

Trúboðin skrivar, at prestarnir kalla seg Kirkjuliðið.

 

(Mynd: Trúboðin)