Prestur og B68 hava funnið grind

Prestur greiðir frá óførari fótbóltsferð hjá toftamonnum suður til Hvalbiar í góðveðrinum í dag, og nú liggja teir hjá grind eitt sindur suður úr Borðini

Ovi Brim prestur og hinir í B68 liggja hjá grind eitt sindur suður úr Borðini

Tað er vorðin sum dagur hjá næstbesta fótbóltsliðnum hjá B68. Liðið spælir í 2. deild. Í morgun fór ferðaliðið á Toftum av Neshamri við skjóttgangandi báti, sum í góðveðrinum sigldi fótbóltsliðið suður á Hvalba.

 

Har spældu teir seinnapartin á grasvøllinum, og úrslitið var, at B68 vann 3-2.

 

So gekk tað skjótt norður aftur í dýrdarveðrinum. Tá ið teir fyri einum hálvum tíma síðani vóru staddir eitt sindur suður úr Borðini sigldu teir seg fram á eina grind. Seinastu dagarnir hevur tað verið grind vestanfyri. Í fyrrakvøldið varð leitað eftir grind. Sannlíkt man tað vera, at tað var tann grindin, sum fyrr í vikuni varð slept, og kanska er tað sama grindin, sum fótbóltsspælarar á Toftum nú hava siglt seg fram á.

 

Ovi Brim prestur er á B68 liðnum. Hann vísir á facebook vanganum hjá reyða pantaranum, sum er fjepparafelagið hjá B68, grindina og greiðir frá túrinum.

 

Prestur og B68 hava boðað myndugleikunum frá, at teir liggja hjá grind.

 

Dagføring 19.20:

 

Ovi Brim sigur, at teir síggja bátar eystanfyri Nólsoynna, sum eru á veg til teirra. Grindin gongur ímóti Kirkjubønesi.

 

Her er leinkjan

 

https://www.facebook.com/ovi.brim/videos/3819736114812129/?notif_id=1622310148860176&notif_t=live_video_explicit&ref=notif

 

Ovi Brim prestur og hinir í B68 liggja hjá grind eitt sindur suður úr Borðini