Prísvøksturin á mati er framvegis stórur samanborið við prísvøksturin á øðrum vørum og tænastum, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri november í ár.
Nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu fýra árini. Vit skulu aftur til november 2020 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur.
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum geva størst íkast til prísvøksturin í hesi uppgerð.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, sum tálma prísvøkstrinum. Prísirnir á útreiðslunum til 'býli' eru lækkaðir 2,7 prosent seinasta árið. Tað tálmar prísvøkstrinum. Somuleiðis eru prísirnir á 'klædnavørum og fótbúnaði' lækkaðir 2,1 prosent seinasta árið. Prísirnir á 'heilsu' og 'flutningi' eru lækkaðir eitt lítið vet.
Matvørurnar dýrka framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í november 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru kjøtvørur, ið eru dýrari. Prísvøksturin á kjøti er 7,3 prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest. Prísirnir á grønmeti eru somuleiðis hækkaðir — vøksturin er 5,3 prosent. Mjólk, ostur og egg er dýrkað 3,7 prosent.
Eisini hava søtu mat- og drykkjuvørurnar havt prísvøkstur seinasta árið. Sodavatn, sukur, sjokoláta, góðgæti er meir enn fimm prosent dýrari nú enn í november í 2023.
Prísirnir á útreiðslum til býli lækka
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir 2,7 prosent frá november í 2023 til november í 2024.
Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er lækkaður 7,5 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Rentuútreiðslurnar ávirka prístalið minni hesaferð enn til undanfarnu uppgerðirnar seinasta hálvtannað árið.
El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísirnir eru sostatt hægri í november í 2024, enn teir vóru í november 2023. Serliga elprísurin sveiggjar nógv í londunum kring okkum. Her skilir prísgongdin í Føroyum seg frá gongdini í øðrum londum, sum eisini er ein av orsøkunum til, at prísvøksturin í Føroyum ikki neyðturviliga er á sama stigi, sum í øðrum londum. Seinastu fýra árini er elprísurin í Danmark hækkaður 41 prosent, meðan elprísurin í Føroyum er hækkaður 17 prosent.
Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Prísurin á brennievni til flutning er lækkaður næstan tíggju prosent.
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn prísvøksturin í londunum kring Føroyar og lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,2 prosent. Prísvøksturin í ávikavist Danmark og Svøríki fyri november er 1,6 prosent. Prísvøksturin í Finnlandi er 1,7 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 4,8 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 2,4 prosent.
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.
sí talvur o. a. á. heimasíðuni hjá Hagstovuni