Professionell ráðgeving um dekk

First Stop Atlantic við Hoyvíksvegin er ein gomul kend fyritøka í høvuðsstaðnum, ið varð stovnað fyri skjótt 50 árum síðan sum Super Dekk Service.

Fríðrikur Bláhamar og sonurin Sámal Fríðriksson Bláhamar

First Stop er eitt net av professionellum sølubúðum, ið eru stuðlaðar av Bridgestone. Talan er um sjálvstøðugar dekksølur, sum bjóða tænastu á sera høgum støði. Í Europa eru áleið 2.000 First Stop handlar og verkstøð. Bæði privat- og vinnukundar fáa ráðgeving um dekk, bilrøkt og billutir frá royndum sølufólki.

 

First Stop Atlantic hevur alt, ið hevur við hjólini á bilum at gera so sum  dekk, felgur, balansering, sporing umframt aðrar smærri mekaniskar umvælingar. Frá byrjan av hevur dentur verið lagdur á at hava bestu og mest framkomnu útgerðina. Umframt Bridgestone og Firestone selur FirstStop Atlantic eisini onnur bílig kvalitetsdekk til kappingarføran prís.

 

Vit hava gjørt okkum klárar til summarið við stórari goymslu við kvalitetsdekkum í øllum prísklassum. Nýggja Bridgestone Potenza Sport er dekkið, ið tryggjar tær sportsliga koyrigleði og tamarhald og trygd á turrum sum á vátum vegi. Potenza Sport hevur vunnið gull í koyrieginleikum í dekk-royndini í týska Autobild. Er hetta nakað fyri teg, so set teg í samband við okkum, sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri í First Stop Atlantic.

 

 

 

Fríðrikur Bláhamar og sonurin Sámal Fríðriksson Bláhamar