Putin vil handtaka amerikanskan senator

- Eg beri handtøkuboðini hjá muturs stjórnini hjá Vladimir Putin sum eitt heiðurstekin, skrivar Lindsey Graham, senatorur.

- Eg beri handtøkuboðini hjá muturs stjórnini hjá Putin sum eitt heiðurstekin, sigur Lindsey Graham.

Innanríkisráðið í Russlandi hevur sent út handtøkuboð av amerikanska senatorinum, Lindsey Graham, eftir nøkur úttalilsir frá honum um kríggið í Ukraina.

 

Tað var fríggjadagin, at Lindsey Graham hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Í einari redigeraðari útgávu av ti, sum amerikanski senatorurin segði, løgdu fólk hjá ukrainska forsetanum út eitt video-brot eftir vitjanina.

 

Her sigur Lindsey Graham, at "russararnir doyggja", og at tað besta, sum USA nakrantíð hevur brúkt pengar til, er til hernaðarliga hjálp til Ukraina.

 

Hesar báðar útsagnir hjá senatorinum eru sambært útlendskum miðlum helst bornar fram í ymiskum pørtum av samrøðuni, men í video-brotinum koma tær beint eftir hvørja aðra.

 

Hetta hevur eftir øllum at døma fingið sinnini í kók í politisku leiðsluni í Russlandi.

 

- Tað er trupult at síggja fyri sær eina størri vanæru fyri eitt land enn at hava slíkar senatorar, sigur talsmaðurin hjá Kreml og Vladimir Putin, forseta Russlands, Dmitrij Peskov, í viðmerking í dag.

 

Útsøgnin hjá Lindsey Graham hevur ført til, at russiska innanríkisráðið hevur sent út handtøkuboð av amerikanska senatorinum.

 

Sjálvur skrivar senatorurin á Tvitter, at hann veruliga fegnast um, at hansara stuðul til Ukraina hevur fingið øði í stjórnina hjá Vladimir Putin.

 

Hann sigur, at hann framhaldandi fer at stuðla ukrainskum frælsi, til allir russisku hermenninir eru blakaðir út úr ukrainskum landaøki.

 

- Eg beri handtøkuboðini hjá muturs stjórnini hjá Putin sum eitt heiðurstekin, skrivar Lindsey Graham.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

- Eg beri handtøkuboðini hjá muturs stjórnini hjá Putin sum eitt heiðurstekin, sigur Lindsey Graham.