Radaramálið - fyrst undirskrivaðar avtalur, síðani samráðingar um radaran

Trine Bramsen skuldi nú fyrr í vikuni verða komin til Føroyar, har landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og danski verjumálaráðharrin skuldi umrøða evnir so sum samstarv um verju- og trygdarmál, NATO toppfundin (sum var í Brússel; ongin føroyskur politikkari ella embætismaður var á hesum toppfundi), og møguliga radaran í Føroyum.

 

Eisini var ætlanin, at landsstýrismaðurin og danski verjumálaráðharrin skuldi vitja Sornfelli, har fyrrverandi radarin var staðsettur.

 

Radarin, sum stórveldini í dag, vilja hava settan upp í Føroyum, gevur Føroyum eitt gylt høvi at fáa betri handilssømdir í lag.

 

 

 

Vit hava nú eitt gylt høvi til samráðingar við USA og NATO.

 

Avtalur fyrst, so samráðingar

 

Men hetta krevur, at vit fáa avtalurnar undirskrivaðar fyrst, áðrenn nakrar samráðingar fara fram um radaran. Hetta er eisini fyri at tryggja okkum sjálvi, tí at um tað bara verða skrivaðar sokallaðar yvirlýsingar (hensigtserklæringer), so gevur hetta okkum føroyingar ikki rætt til nakaða sum helst, tí yvirlýsingar eru ikki løgfrøðiliga bindandi, um vit eitt nú krevja ein fríhandilssáttmála við ES. Tað kann eisini verða ein fríhandilssáttmáli við Norðuramerika (USA og Kanada; bæði NATO-lond).

 

Vit skulu krevja ein sáttmáli, har føroyskar vørur kunnu verða meirvirkaðar rættiliga nógv í Føroyum, og síðani fluttar á evropeiska ella norðuramerikanska marknaðan, uttan at vit skulu rinda toll og onnur avgjøld (sum eru reallar marknaðarforðingar) afturfyri at fáa vørurnar á marknaðan.

 

Hetta kunnu verða vørur so sum føroyskur viðskeri; rullupylsa, fiskapylsa, skinsakjøt, royktur laksur osv. Føroysk ull so sum; ullintar troyggjur og annað ullint plagg.

 

Hesar vørur eru dømi, og ivaleyst eru tað nógv onnur dømi eisini. Hetta kann geva nógv fleiri føroysk arbeiðspláss, tann føroyska útflutningsvinnan kann fáa møguleika at vaksa seg enn størri, samstundis sum at hetta gevur enn fleiri inntøkur í landskassan, sum so aftur kann fíggja eitt altjóða føroyskt fróðskaparsetur, nógv fleiri bústaðir í landinum og møguliga eitt stórt føroyskt tónleikakonservatorium.

 

Sum sagt áður, vit hava eitt gylt høvi, sum vit mugu brúka til fulnar.

 

 

 

Seinast vit brúktu eitt høvi til fulnar

 

Seinast vit brúktu eitt høvi til fulnar var, tá Russland og Føroyar (hvør sær) blivu boykottaðar av ES. Vit fingu tá eitt heilt nýtt samstarv við einum gomlum samstarvsfelaga fyri Eystan, og hetta samstarvið hevur tænt bæði landi og vinnulívi sera væl við milliarda inntøkum.

 

Nú kunnu vit aftur skapa okkum millliarda inntøkur, um vit brúka hetta gylta høvið, og skapa betri treytir fyri land, vinnulív og fólk.

 

Líkasum tá Sjeriffurin og Fólkaflokkurin, tá, stóðu sum kletturin ímóti tí valdsmikla ES, og kravdu okkara rætt viðvíkjandi makrelkvotuni, so er tað umráðandi, at vit aftur nú standa sum kletturin, og krevja okkara rættindi og at fáa undirskrivaðar avtalur, áðrenn samráðingar um nakran radara eru gjørdar.

 

 

 

Ongar avtalur, ongi loyvi

 

Tí øll vita, og tað hava fleiri løgtingslimir (frá nærum øllum flokkum) fleiri ferðir verið inni á, at kemur radarin fyrst upp at standa, so kunnu vit vinka farvæl til yvirhøvur at fáa nakrar avtalur upp í lag. Tá er alt for seint, alt for seint. Tá er mjólkin langtsíðani súrnað.

 

Fáa vit ongar avtalur í lag, so koma vit bara at liva av góðvild og náði, at onnur lond fara at halda síni lyfti, og geva okkum betri handilstreytir ella líknandi.

 

Sovorit kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, og tískil skal radarin brúkast sum jarnbrotið at fáa ein handilssáttmáli við ES og vónandi eisini Norðurameriku.

 

 

 

Samanumtikið

 

Samanumtikið mugu vit eisini minnast til, at vit í Føroyum ikki hava brúk fyri nøkrum radara, men at radarin er partur av artiska kapasitetspakkanum, sum danska stjórnin desperat hevur brúk fyri, so teir kunnu gera seg viðkomandi í artiskum viðurskiftum.

 

Skal ein radari setast upp í Føroyum, so er tað einasta rætta, at føroyingar eiga og reka radaran. Tey, sum vilja hava radaran settan upp, skulu so gjalda fyri tær upplýsingar, sum teimum tørvar, soleiðis at vit á hendan kunnu rinda fyri íløguna og rakstin av radaranum.

 

Haraftrat skal eisini leggjast aftrat, at radarin undir ongum umstøðum skal viðgerast sum eitt hernaðarmál undir donskum málsræði, men sum eitt eftirlitsmál undir føroyskum málsræði, har okkara rætti eftirlitsstovnur er Vørn.

 

Radarin skal verða jarnbrotið, ið skal geva okkum betur møguleikar á handilsøkinum, soleiðis at meirvirkaðar føroyskar vørur fáa atgongd til tann evropeiska, og vónandi eisini norðuramerikanska marknaðan, tá hetta kann skapa stóran búskaparligan vøkstur í Føroyum.

 

Vit hava nú ein gyltan møguleika at krevja okkara rætt, og krevja nakað fyri nakað!

 

Við tjóðskaparkvøðu

 

Øssur Patursson