Rætting til innslag í Degi & Viku á KVF 30/12 2022

Í drúgvum innslagi á KVF 30/12 2022 (góðar 17 minuttir) verður Farhat Bourbia húðflongdur fyri handfaringina av fleiri navngivnum tunesum, sum hava fingið ringa viðferð, og millum annað hava etið úr ruskspann, onga løn hava fingið og eru útsettir fyri harðskap.

 

Meginparturin av innslagnum er ikki satt, og her verður roynt at varpa ljós á veruleikan.

 

Farhat Bourbia hevur búð i Føroyum í nógv ár, og hevur tey síðstu 16 árini rikið pizzeria í Rúnavík. Hann eigur felagið Sp/F Rafik’sa og hevur eitt pizzeria í Rúnavík, sum eitur Farhat’sa.

 

Felagið, sum innslagið er um, eitur Sp/F 20.10.20, og er stovnað 20/10 2020. KVF er vitandi um hetta, tí í innslagnum (umleið 1:57) er v-talið á felagnum (648639) víst. Tríggir eigarar vóru: Sp/F Rafik’sa (sum Farhat Bourbia eigur), Jóan Petur á Stongunum og Sp/F Høgaleitið (sum Bill Justinussen eigur). Teir tríggir eigarnir áttu ein triðing hvør, og Jóan Petur á Stongunum varð settur sum stjóri, og hevði dagliga raksturin um hendi.

 

Í innslagnum fær hyggjarin ta fatan, at tað er Farhat Bourbia og hansara felag, Sp/F Rafik’sa, sum hevur sett hesar menninar, tí filmað verður uttanfyri Farhat’sa pizzaria í Saltangará, og sagt verður, at teir skuldu arbeiða har. Hetta er faktuelt skeivt. Tað er nevnt í innslagnum, ca. 2 minuttir inni, at teir skuldu arbeiða á pizzeria hjá Sp/F Rafik’sa í Saltangará aftaná teir høvdu gjørt handverkaraarbeiði í Klaksvík. Teir arbeiddu ikki fyri Sp/F Rafiksa, men fyri pizzeria, sum felagið Sp/F 20.10.20 hevði í Havn.

 

Ein av monnunum í innslagnum, Saber Haddad, skuldi arbeiða í Farhat’sa. Fyri at fáa løn skuldi hann lata arbeiðsgevara p-tal og kontonummar. Bill Justinussen fekk til vega hesi skjøl, men av onkrari orsøk undirskrivaði Saber ikki skjølini fyrr enn nú, og hevur síðani fingið løn.

 

Farhat Bourbia noktar at hava sligið hann, tvingað hann at etið rusk ella annað, sum er borið fram. Farhat Bourbia er heldur ikki vitandi um, at Saber Haddad hevur meldað harðskap til løgregluna.

 

Farhat Bourbia hevur sum so ikki havt nakað við leiðsluna av felagnum Sp/F 20.10.20 at gera, tí Jóan Petur á Stongunum var stjóri fram til 2/12 2022, tá hann vildi fara frá, og Farhat Bourbia tók yvir sum stjóri.

 

Í innslagnum, ca. 7:20 inni, sigur Georg L. Petersen, at Farhat var stjóri í felagnum. Hetta er skeivt, og hetta er lætt at kanna á Skráseting Føroya, har øll, eisini KVF kunnu leita. Tað er ongin orsøk til, at KVF hevur Georg L. Petersen standandi uttanfyri Farhat’sa Pizzaria í Saltan- gará, tá teir ikki arbeiddu har, nakað sum Georg L. Petersen visti ella burdi vita.

 

Felagið hjá Bill Justinussen, Sp/F Høgaleitið, seldi sín triðing (nominelt kr. 17.000,00) av fel- agnum til Sp/F Rafik’sa, sum Farhat Bourbia eigur 100%. Hetta hendi 29/11 2022.

 

Tað, sum Sp/F Rafik’sa hevur havt við Sp/F 20.10.20 at gera, er at hava veitt felagnum lán til at byrja rakstur av fyrst einum pizzeria í Havn, og seinni einum í Klaksvík. Hesi pizzastøðini hava einki við Farhat Bourbia at gera, annað enn, at Sp/F Rafik’sa átti ein triðing av felagnum.

 

Sp/F Rafiksa hevur millum annað eisini veitt fíggjarligan stuðul til tunesarnar, sum vóru strand- aðir í Marokko vegna Korona í meira enn 2 mánaðir. Hetta var m.a. til hotel, ferðaseðlar og annað. Avtalað var við menninar, at teir skuldu gjalda hetta aftur til Sp/F Rafik’sa tá teir fingu løn frá Sp/F 20.10.20.

 

Onki av tí, sum er í innslagnum, er hent meðan Farhat Bourbia var stjóri, men meðan Jóan Petur á Stongunum var stjóri. Hetta sæst ikki aftur í innslagnum.

 

Georg L. Petersen sigur í innslagnum, at hann hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Farhat Bourbia, men at Farhat ikki vendi aftur. Hetta er eisini skeivt. Farhat ringdi til Georg L. Petersen trý korter eftir Georg L. Petersen ringdi til sín, men ongin svaraði. Eisini hevur Farhat yvirfyri Georg L. Petersen upplýst hvussu hetta hongur saman, men søgan var kanska ov góð til at rætta.

 

Farhat Bourbia hevur sostatt hjálpt monnunum, heldur enn umvent, sum innslagið annars gav inntrykk av.

 

Farhat’sa Pizza í Saltangará, sum KVF hevur tengt at søguni, selur onki longur, tí ongin tímir at keypa frá einum, sum fæst við trælahald og harðskap, og tískil hevur faktuelt skeiva inn- slagið hjá KVF havt fíggjarligar fylgjur fyri Farhat Bourbia og hansara felag, Sp/F Rafik’sa.

 

KVF eigur at koma við einum dementi av søguni, sum fyllur líka nógv sum innslagið, og kæra verður møguliga send Fjølmiðlakærunevndini. Møguligt endurgjaldskrav verður eisini tikið fyrivarni fyri.