Ragnar er nýggjur formaður í Føroya Ellisakførum

Nývalda nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin í gjár

Nýggja nevndin í Føroya Ellisakførum: Jógvan Hanus Joensen, Birgir Johannesen, Oddmar Kruse, Oliver Andreasen, Ragnar Joensen, Jóan Pauli Jespersen og Sofus Gilsstein

Seinnapartin í gjár var aðalfundur í felagnum Føroya Ellisakfør. Á skránni var millum annað nenvdarval, har tveir nýggir limir vórðu valdir í nevndina.

 

Nývalda nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Ragnar Joensen, formaður

Jóan Pauli Jespersen, næstformaður og skrivari

Oddmar Kruse, peningarøkil

Jógvan Hanus Joensen, brunnumsjón

Oliver Andreasen, lýsingarstjóri og samskipari

Birgir Johannesen, tiltakslimur

Sofus Gilsstein, tiltakslimur

 

 

 

Í nevndini, sum var frammanundan, var Oliver Andreasen formaður, men eftir at nevndin hevur skipað seg, hevur nývaldi nevndarlimurin, Ragnar Joensen, tikið við sum formaður, meðan Oliver Andreasen verður lýsingarstjóri og samskipari.

 

Føroya Ellisakfør er felag fyri fólk, sum áhuga í gomlum akførum, og felagið virkar fyri at menna áhugan og at bøta umstøðurnar at hava slík akfør.

 

Felagið var stovnað í 1992, og hevur næsta ár 30 ár á baki.

 

Fyrsta tíðin fór við at bøta umstøðurnar viðvíkjandi ellisakførum. Eitt var at fáa eina kunngerð, sum sigur, hvat eitt ellisakfar er, at sleppa ellisakførum undan veggjaldi og at gera avtalu við tryggingina um serliga lagaligar tryggingar.

 

Alt hetta kom skjótt á mál. Fyrstu árini var eitt ellisakfar allýst sum akfara, sum er yvir 30 ár. Men tað er seinni broytt til 25 ár. Um eitt ellisakfar verður innflut til Føroya, so er einki skrásetingargjald, sum tað er á bilum annars, men bert mvg av fakturavirði. Er talan um akfara, sum hevur sín uppruna uttan fyri ES, so verður eisini gatttollur upp á 8 prosent lagdur omaná.

 

Føroyingar hava koyrt bil í 99 ár. Fyrsti bilurin kom á land í Føroyum á Kongabrúnni í Havn hin 6. mai í 1922, so komandi ár kunnu vit hátíðarhalda 100 ár sum biltjóð.

 

Tað vóru teir báðir havnarmenninir, Johannes Olsen og Júst Sivertsen, sum keyptu fyrsta bilin, ein Ford T lastvong, sum Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen fluttu til Føroya og seldu teimum báðum havnarmonnunum. Bilurin kom til Føroya við DFDS skipinum »Island«, sum tó ikki fekk lagt at bryggju í Havn. Tí var bilurin skipaður í land á einum prámur og fingin í land á einum skráa, sum var á Kongabrúnni.

 

Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen høvdu í mong ár hvør sína bilasølu, ávikavist Wenzel Petersen, sum umboðaði Ford, og Vilhelm Nielsen & Søn, sum umboðaði millum annað Vauxhall, Bedford og Opel.

 

 

 

 

 

 

 

Nýggja nevndin í Føroya Ellisakførum: Jógvan Hanus Joensen, Birgir Johannesen, Oddmar Kruse, Oliver Andreasen, Ragnar Joensen, Jóan Pauli Jespersen og Sofus Gilsstein