Real Madrid sparkaði City úr Champions League

Champions League: Bæði Manchester City og Arsenal blivu og stutt til at koma víðari

Real Madrid og Bayern Munchen møtast í hálvfinaluni í Champions League. Tað er greitt, at eftir at tey sendu ávikavist Manchester City og Arsenal úr kappingini.

 

Manchester City – Real Madrid 1-1 (4-4 samanlagt)

 

Real Madrid vinnur 4-3 í brotssparkskapping

 

Hetta var ítróttarliga finalan, har vinnarin er favorittur at vinna kappingina. Tað bleiv Real Madrid, men tað var ikki uttan stríð, tí Manchester City hevði fleiri møguleikar at geva gestunum mønustingin og var omaná í spæli.

 

Men Real Madrid skoraði fyrst og liðið hevur ein eginleika at verja egnan brotssteig í stórum dystum. Tað vístu teir aftur í gjár. Í brotssparkskappingini brendi Luka Modric fyrst, men síðani brendu Bernardo Silva og Mateo Kovačić fyri Manchester City. Tað bleiv avgerandi og verandi vinnararnir mugu nú lata steypið víðari.

 

Bayern Munchen – Arsenal 1-0 (3-2 samanlagt)

 

Hetta var dagurin, har Arsenal skuldi prógvað, at felagið hevur flutt seg upp á ovastu hill. So bleiv ikki, tí Bayern Munchen hevði rímiligt tamarhald á dystinum og vann 1-0 við frálíkum máli, sum Joshua Kimmich stútaði í málið.

 

Nógv hevur verið gjørt burturúr, at Harry Kane ikki hevur vunnið nakað steyp enn, og at Bayern Munchen ikki vinnur landskappingina í ár. Nú hevur hann enn møguleikan at vinna Champions League.

 

Vinnarin av Real Madrid og Bayern Munchen møtir vinnaranum av Borussia Dortmund og Paris Saint Germain.