Reka springarar inn á Skálafjørðin

Ein bólkur av springarum varð í morgun funnin fimm fjórðingar úr Eystnesi.

Jacob Vestergaard, sýslumaður, hevur gjørt av, at springararnir skulu haldast til, og tað verður gjørt í Skálabotni. Boð eru send til grindaformenn, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

– Í hesum sambandi verður sandurin í Skálabotni lýstur sum grindaøki og eisini bryggjan, har springararnir verða tiknir upp eftir drápið, sigur hann.

Ein varlig meting frá teimum, sum eru við springararnar er, at talan er um einar 200 springarar.