RFS Riga ikki lent: KÍ krevur at spæla í morgin

Europa Conference League: RFS Riga er ikki komið til landið í dag sum ætlað, men KÍ krevur at spæla dystin í morgin

Eftir ætlan skuldi ferðalagið hjá RFS Riga lenda í Vágum í dag seinnapartin, og spæla móti KÍ við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19 í Europa Conference League.

 

Fyri løtu síðan bleiv greitt, at RFS Riga ikki kemur til landið í dag. Fyrst bleiv ferðin útsett orsaka av mjørka, men í kvøld hevur ferðalagið valt ikki at flúgva til Føroya. Hetta hóast at líkindini eru góð og ferðalagið hjá FC Honka, ið skal spæla móti NSÍ, er lend í kvøld.

 

– Tað er eitt ófrávíkiligt krav frá okkum, at vit vilja spæla dystin í annaðkvøld. Tað er teirra avgerð, at teir ikki hava flogið til Føroyar í kvøld, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

 

Hann sigur, at samstarvið millum feløgini hevur verið avbera gott, og at KÍ hevur verið til reiðar at lata teimum vøllin, um teir komu til landið í kvøld. Hann leggur tó dent á, at KÍ kann ikki lastast avgerðini hjá RFS Riga, um ikki at fara úr Lettlandi í kvøld.

 

– Vit bíða nú eftir at fáa at vita, um dysturin verður spældur sum ætlað. Vónandi fáa vit tað at vita í kvøld, sigur Tummas Lervig.

 

Hann leggur afturat, at KÍ til fyrsta evropesiska dystin við Djúpumýru fer at minnast Guttorm Sørensen, ið andaðist í farnu viku. Hann er ein ímynd av frælsa ítróttinum í bæði Klaksvík og øllum Føroyum. Hann var eisini nevndarlimur í KÍ í fleiri ár. Hann fekk krabbamein í 2016 og andaðist í farnu viku 52 ára gamal.