Riga ferðalagið er seinkað

Nú verður roknað við, at mótstøðuliðið hjá KÍ fer at lenda um fimm tíðina

KÍ skal í annaðkvøld klokkan 19 spæla fyrsta altjóða dystin nakrantíð á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík.

 

Hann verður ímóti RFS úr Riga í Lettlandi. Síðsta hóskvøld vann KÍ 3-2 í Riga, og harvið eru klaksvíkingar rpoknaðir at vera favorittar at spæla seg víðari í kappingini.

 

Letlendska ferðalagið ferðast til Føroya í leiguflogfari. Ætlanin var, at flogfarið skuldi lenda í Vágum klokkan 14.30. Tað hevur verið tjúkt í mjørka í morgun, og nú er tað ásett, at ferðalagið úr Riga verður í Vágum klokkan 16.50. Síðsta tíman er tað vorðið væl ljósari, enn tað var fyrr í morgun.