Ringasti stormurin er avhasaður

Í morgun vísti eitt gamalt barometur í Rituvík 980 hPa. Hetta er lág barometurstøða, sum lýsir herviliga illveðrið í morgun.

Tað hevur verið av ringasta veðri í morgun, og løgreglan hevur fingið nógvar uppringingar og fráboðanir frá fólki kring landið, sum vit fara at venda aftur til.

 

Í morgun heittu vit á lesarar um at senda okkum illveðursmyndir, og nakrir lesarar hava latið við seg koma og hava sent okkum myndir.

 

Um fleiri eiga myndir av illveðrinum í morgun, eru fólk framvegis vælkomin at senda. Hetta kunnu eisini vera myndir, sum eru tiknar nú eftir, at ringasta illveðrið fyribils er avhasað.

 

Vit hava fingið onkrar myndir sendandi, og vit hava eisini fingið eina forvitnisliga mynd, tikin av gomlum barometri í Rituvík, sum í morgun vísti 980 hPa.

 

980 hektopaskal er lág barometurstøða, og hetta lýsir ivaleyst herviliga illveðrið, sum verið hevur í morgun.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

 

 

 

 

Marghøllin í Vági hevur fingið stóran skaða í herviliga illveðrinum.