Ringt veður og ringur vøllur

Hóast hann ikki var nøgdur við líkindini at spæla, so rósti hann spælarunum fyri gott avrik móti Føroyum

Tað  var ein vælnøgdur venjari úr Aserbadjan, sum hitti tíðindafólkini, eftir at hansara lið hevði funnið 3-0 á Føroyum.

 

-Vøl,urin var ringur og veðrið var ringt, men mínir leikaraar vístu, at teir eisini kunnu spæla undir slíkum umstøðum og tað er eg errin av.

 

Hann segði, at hetta er ein bólkur, har hvør einasxti dystur og hvørt stig telur. Úrslitið millum Malta og Kosovo vísir, at  tað eru Kosovo og Asebadjan, sum kunnu vinna bólkin.

 

-Tí er tað avgerandi, at vit halda fokus, segði  ein vælnøgdur Gurban Gurbanov, venjari, tá ið altso dysturin var liðugur.