Risaskipið Ever Given er nú leysgivið

Upprunaliga kravið hjá myndugleikunum móti reiðarínum var upprunaliga 900 miljónir dollarar, sum síðan varð minkað niður í 550 miljónir dollarar - ella slakar 3,5 miljardir krónur. Nú er semja gjørd, og skipið er á veg norður ígjøgnum Suez-veitina.

Ever Given er nú á veg gjøgnum seinasta partin av Suezveitini, eftir at skipið hevur verið afturhildið í 100 dagar.

 

 

Risastóra bingjuskipið, Ever Given, sum telist millum heimsins størstu, rendi seg fast í Suez-veitini í endanum av mars í ár. Tað tók seks dagar at fáa skipið leyst aftur, men síðan skipið gjørdist leyst, hevur tað verið afturhildið av myndugleikunum í Egyptalandi í einari 100 dagar.

 

Meðan skipið lá tvørt fyri á hesi siglingarleið, sum telist millum heimsins týdningarmiklastu, foraði tað skipaferðsluni at sigla gjøgnum Suez-veitina, og hetta hevði stórar útreiðslur fyri altjóða skipaferðsluna í økinum.

 

Seint fyrrapartin í dag kundi Ever Given halda fram á leiðini norður eftir móti Port Said og egyptisku miðalhavsstrondini.

 

Eigararnir av skipinum, sum er skrásett í Panama, hava síðan hendingina í mars togast við myndugleikarnar í Egyptalandi um, hvussu stórt endurgjaldið fyri mistar inntøkur skal vera. Tískil hevur skipið verið afturhildið og hevur ligið uppankrað í einari vík í Sues-veitini.

 

Kravið hjá egyptisku myndugleikunum móti reiðarínum var upprunaliga 900 miljónir dollarar, sum síðan er minkað niður í 550 miljónir dollarar - ella slakar 3,5 miljardir krónur.

 

Tað eru japanesarar, sum eiga skipið, og sambært útlendskum miðlum gjørdu eigararnir og kanal-myndugleikarnir semju um endurgjaldið, sum higartil ikki er upplýst alment.

 

- Tískil verður skipið ikki afturhildið meira og er nú á veg norður ígjøgnum seinasta partin av Sues-veitini - við 18.300 bingjum umborð, veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

 

 

 

 

Ever Given er nú á veg gjøgnum seinasta partin av Suezveitini, eftir at skipið hevur verið afturhildið í 100 dagar.