Rógvi og liðfelagarnir eru í tungum sjógvi

Roskilde er aftast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tað gongur ikki væl í hond hjá Rógva Dal-Christiansen og liðfeløgunum í Roskilde í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Roskilde er aftast í deildini við bert sjey stigum. Fýra stig eru upp til næstaftasta liðið, Odder sum hevur 11 stig.

 

Í dag tapti Roskilde 25-30 fyri Tønder á útivølli. Heimaliðið var á odda 16-13 í steðginum.

 

Rógvi skoraði fýra mál fyri Roskilde.

 

Komandi leygardag hevur Roskilde heimadyst móti Odder.

 

Nr.Lið: DystirStig
1TMS Ringsted1523
2HØJ 1623
3Team Sydhavsøerne1619
4Skive fH1518
5Aarhus HC1617
6TM Tønder1616
7Rækker Mølle1515
8IK Skovbakken1513
9Otterup HK1613
10Grindsted1513
11FIF1412
12Odder1511
13Roskilde167