Rógvi og liðfelagarnir í Roskilde vunnu kærkomnan sigur

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu eisini í dag

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í botnliðnum, Roskilde vunnu á heimavølli ein sera kærkomnan 32-25 sigur á Skive. Í steðginum var Roskilde á odda 15-11.

 

Rógvi skoraði trý mál fyri Roskilde í dag. 

 

Roskilde er nú aftast í deildini við níggju stigum, og hava fýra stig upp til Otterup á triðaftasta plássinum. Roskilde má sleppa undan tveimum teimum aftastu plássunum fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 29-28 á Skovbakken. Í steðginum var Skovbakken á odda 17-15. 

 

Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 21 stigum.