Rói og liðfelagarnir løgdu fyri við javnleiki á heimavølli

Fyrsti dysturin hjá Hallby í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið gav eitt stig

Í kvøld spældu Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á heimavølli í Jönköping spældi Hallby javnleik 22-22 móti Alingsås. Í steðginum var Alingsås á odda 14-11.

 

Rói fekk ikki allarbestu byrjanina upp á kappingina. Hann skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof spælir fyrsta dystin í bestu deildini hetta kappingarárið í morgin klokkan 15. Tá tekur Sävehof móti Helsingborg á heimavølli.