Grønlendski rækjutrolarin, Akamalik, verður í 2025 skiftur út við ein nýggjan og meira nútímans trolara. Hetta er ein liður í nútímansgerðini hjá Royal Greenland av fiskiskipaflotanum hjá felagnum.

Royal Greenland fer at byggja fimta skipið

Hesaferð er tað rækjutrolarin, Akamalik, ið er frá 2001, sum verður skiftir út við nýbygning, sum kemur í 2025.

Grønlendski rækjutrolarin, Akamalik, verður í 2025 skiftur út við ein nýggjan og meira nútímans trolara. Hetta er ein liður í nútímansgerðini hjá Royal Greenland av fiskiskipaflotanum hjá felagnum.

Royal Greenland skal hava enn ein nýggjan rækjutrolara. Hetta verður soleiðis fimti nýggi trolarin hjá felagnum í røðini. 

 

Hesaferð verður tað gamli rækjutrolarin, Akamalik, sum í 2025 verður skiftur út við ein 82,3 metrar langan nýbygning, sum fer at bera sama navn, sum hin verandi.

 

Sermitsiaq veit at siga, at nýggi trolarin fer at hava eitt lastarúm á 2950 rúmmetrar. Hann fer at sigla 15 míl, og her verður pláss fyri 30 sjófólkum.

 

Framleiðslustjórin í Royal Greenland, Lars Nielsen, sigur, at endamálið við at byggja ein nýggjan Akamalik er at kunna veksa um framleiðsluorkuna og fleksibilitetin.

 

- Málið er eisini at minka um umhvørvisdálking við at spara olju og geva manningini betri karmar umborð, leggur hann aftrat.

 

Framleiðslustjórin sigur seg fegnast um, at felagið nú kann bera tíðindini um nýggja rækjutrolarin.

 

Nýggi Akamalik skal byggjast á skipasmiðjuni, Astilleos De Murueta, har norðuri í Spania, og hetta er sama skipasmiðja, sum hevur bygt teir fýra, sum Royal Greenland hevur latið byggja her.

 

- Vit hava verið ógvuliga væl nøgdir við teir fýra trolararnar, sum eru komnir, Sisimiut, Avataq, Nataarnaq og Tuugaalik, og tí halda vit fram við samstarvinum við skipasmiðjuna.

 

Lars Nielsen vísir á, at við at byggja á somu skipasmiðju, sparir felagið eisini pening, tí sniðið á nýggja skipinum og framleiðslulinjurnar verða sum og skipunum undan hesum.

 

Núverandi Akamalik hevur verið í vinnu síðan 2001 .

 

Royal Greenland væntar at fáa ein hampiligan prís fyri skipið. Síðan 2019 hevur felagið leypandi skift út trolaraflotan til meira nútímans skip.

 

 

 

Grønlendski rækjutrolarin, Akamalik, verður í 2025 skiftur út við ein nýggjan og meira nútímans trolara. Hetta er ein liður í nútímansgerðini hjá Royal Greenland av fiskiskipaflotanum hjá felagnum.