Ruben til ÍF: Er av kendari fótbóltsfamilju

Betri deildin menn: ÍF hevur gjørt sáttmála við abbasonin hjá Richardi Møller Nielsen

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Ruben Møller Nielsen

Tað er eitt forkunnugt familjunavn, sum ÍF hevur fingið í hópin. Felagið hevur í kvøld boðað frá, at Ruben Møller Nielsen verður nýggjur spælari í hópinum. Hann er sonur fyrrverandi venjaran hjá MB, Tommy Møller Nielsen, sum aftur er sonur fyrrverandi danska landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen. Tað undir leiðslu av honum, at Danmark vann EM í 1992.

 

- Í dag kunnu vit í ÍF kunngerða, at Ruben Møller Nielsen, hevur gjørt eitt ára sáttmála við okkum. Ruben er 27 ára gamal, og er ættaður úr Odense, Ruben hevur áður spælt við feløgum úr Danmark, USA og eitt ár í Tjekkisku 2. Deild.

 

Ruben Møller Nielsen er miðvallari og kantur. Hann er saman við argentinska Elvio Gelmini nýggur í hópinum seinastu dagarnar. Ruben Møller Nielsen hevur vant við í seinastuni.

 

- Sum ein stuttlig eykað kunning,  kann eisni nevnast, at Ruben er sonur Tommy Møller Nielsen sum tíðlig í 90unum var venjari hjá MB. Tommy er sonur kenda danska landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, sum var venjari hjá Danmark tá ið teir vunnu EM í 1992, skrivar ÍF.

 

ÍF vann um vikuskiftið 2-0 á 07 Vestur í Venjarakappingini.

 

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður í ÍF, og Ruben Møller Nielsen