Rúmsáttari við viðførisbandið á Vága Floghavn

Nýggj viðførismóttøka er tikin í nýtslu, hon er millum tvær og tríggjar ferðir so rúmsátt sum undanfarna viðførismóttøka

 

Síðani tíðliga í fjør hevur verið arbeitt við at víðka um viðførismóttøkuna hjá Vága Floghavn.  Talan er bæði um at víðka um hølini, samstundis sum øll skipanin til avgreiðslu av viðføri verður skift, umframt at høvið er nýtt til at bøta um hølistørvin til onnur endamál, so sum fundarhølir, skrivstovur, skiftirúm, vaskirúm og annað.  Tann parturin sum snýr seg um viðførismóttøku er nú liðugur og tikin í nýtslu.

 

- Hetta fer veruliga at merkjast, bæði hjá teimum ferðandi, men sanniliga eisini hjá teimum, sum hava til arbeiðis at fáa viðførið inn á bandið. Nýggja skipanin til at handfara viðførið hevur við sær, at tað verður lættari hjá starvsfólkunum at handfara viðførið, tí so at siga eingin tørvur verður á at lyfta nakað við hond. Sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vaga Floghavn. 

 

Farstøðin hjá Vága Floghavn varð í síni tíð teknað til ein annan veruleika, nevniliga til ferðslu við flogførum, sum vóru til helvtar í stødd av teimum nú verða nýtt.  Hetta merkir sum vera man, at rúm skal vera fyri dupult so nógvum ferðandi, sum koma eftir viðføri sínum.  Vaksandi ferðslan um Vága Floghavn setir krøv til umstøðurnar á flogvøllinum í Vágum, og hetta er eitt stig rætta vegin.

 

- Í veruleikanum hava hølini verið ov trong frá byrjan, men tað hava vit bøtt um nú.  Vit fara frá umleið 250 fermetrum upp á 630 fermetrar, so tey eru nú hálvatriðju ferðir upprunastøddina ein ógvuliga stór broyting. Nú ferðafólkatalið bæði fyrraárið og í fjør aftur var omanfyri 400.000, og nýtt met varð sett í fjør, hevur veruliga verið týðiligt, at umstøðurnar ikki vóru nøktandi, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn.

 

Sum sæst á myndini er vorðið munandi meira rúmsátt rundanum bandið, og til ber at sleppa framat tí allan vegin runt, nú viðførið kemur upp úr gólvinum og á bandið innanífrá.