Russiskt álop: Niðurskotnar rakettir regna yvir Kyiv

Russland hevur aftur í nátt lopið á Kyiv. Serliga varklutir frá niðurskotnum russiskum rakettum eru ein vandi.

 

Russland hevur aftur í morgun framt loftálop móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har vraklutir frá niðurskotnum rakettum dala yvir stórbýin.

Tað upplýsir millum annað borgarstjórin Vitalij Klytjko og fleiri embætismenn í økinum sambært tíðindastovuni Reuters.

Loftávaringarnar ýldu tíðliga í morgun at boða frá enn einum russiskum rakett álopi á Kyiv.

Klytjko boðaði tíðliga í morgun frá spreingingum í býnum.

– Álopið móti høvuðsstaðnum heldur fram! Farið ikki úr bumbuskýlunum, meðan ávaringarnar ljóða, skrivar Klytjko á boðtænastuni Telegram.

Serhij Popko, sum stendur á odda fyri hernaðarligu umsitingini í Kyiv, upplýsti tíðliga í morgun, at allar krússararakettirnar, sum Russlandi hevði sent móti høvuðsstðanum, vóru sæddar og skotnar niður av ukrainsku rakettverjuskipanunum.

Men sambært herstjóranum er eldur í bygningum í einum býarparti uttan fyri miðbýin. 

Hann leggur tó dent á, at talan er ikki um íbúðarbygningar.

Sambært Vitalij Klytjko hava vraklutirnir frá niðurskotnu rakettunum elvt til eldin í Darnytskyj-býarpartinum, sum er í syðra partinum av Kyiv.

Sambært honum hevur eingin fingið skaða í hesum sambandi.

Serhij Popko skrivar sambært fronsku tíðindastovuni AFP á Telegram, at data um offur og oyðileggingar í Darnytskyj »eru við at vera staðfestar«.

Ukrainski herurin hevur eisini upplýst, at tey hava skotið rakettir niður í Vinnytsja landspartinum 100 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin. Fjølmiðlar á staðnum boða frá spreingingum í býnum Khmelnytskyj.

/ritzau/