Russiskt krígsskip álopið við dronum

- Tað hevur eydnast manningini á Ivan Khurs at berja álopið niður, sigur russiska verjumálaráðið.

Russiska verjumálaráðið veit í dag at siga, at krígsskipið, Ivan Khurs, sum russar eiga, er álopið.

 

Tíðindastovan Tass skrivar, at álopið er framt við ukrainskum sjódronum í Bosporus-sundinum.

 

Sambært tíðindastovuni upplýsir russiska verjumálaráðið, at tað hevur eydnast manningini at berja álopið niður.

 

Spyrja vit Wikipedia, hvar Bosporus-sundið er, verður sagt, at hetta er sundið, sum skilir Evropa og Lítlaasia.

 

- Sundið deilir turkiska býin, Istanbul, upp í ein evropeiskan og ein asiatiskan part, verður lagt aftrat.

 

Hvussu sannlíkt tað er, at Ukraina hevur lopið á krígsskipið, Ivan Khurs, um hesar leiðir, mugu lesararnir meta um.

 

Istanbul er størsti býur í Turkalandi, men Ankara er høvuðsstaður.

 

##med2##