Russland fremur ógvuslig álop á alljósum degi

- Eg fari at ristast av at vera so nær, sigur norskur tíðindamaður hjá NRK í beinleiðis sending í morgun.

Á alljósum degi í dag hevur Russland lopið á fimm ukrainskar býir, og sambært borgarstjóranum í Kyiv, Vitalij Klytjko, hava russsku álopini verið millum tey harðastu, síðan Russland leyp á Ukraina í februar fyri meira enn tveimum árum síðan.

 

Í ukrainska innanríkisráðnum siga tey, at í minsta lagi 20 fólk eru dripin russisku álopunum í dag, og eini 50 fólk eru løstað. 

 

Álopini á ukrainska høvuðsstaðin vera lýst sum tey harðastu í fleiri mánaðir, og sagt verður, at eitt nú er eitt barnasjúkrahús rakt. Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, liggja fólk undir rapaðum bygningum í býnum.

 

Í einum boðum á sosialum miðlum skrivar forsetin, at í løtuni er ógreitt, hvussu mong eru deyð og løstað í russisku álopunum í dag. Hann leggur aftrat, at fyribils mugu øll hjálpa til at rudda leivdirnar og leita eftir fólki, bæði læknar, bjargingarfólk og vanligir borgarar.

 

Tíðindamaðurin hjá norska kringvarpinum, Jan Espen Kruse, var í ukrainska høvuðsstaðnum, tá russiska álopið rakti fyrrapartin. Hann lýsir upplivingina sum "ræðandi" og spreingingarnar sum ógvusligar.

 

- Eg fari at ristast av at vera so nær, sigur hann í beinleiðis sending í NRK í morgun.

 

Russisku rakettirnar vórðu skotnar móti ukrainska høvuðsstaðnum fyrrapartin, og hetta er rættiliga óvanligt.

 

Sambært ukrainsku loftverjuni brúktu russar eitt nú supersoniskar rakettir av slagnum Kinzjal. Hetta eru rakettir, ið ferðast fimm ferðir so skjótt sum ljóðið, og tær eru truplar at hava við at gera hjá loftverjuni.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at Russland skeyt fleiri enn 40 rakettir av ymiskum sløgum eftir ukrainskum býum, og her vóru bæði krússararakettir og ballistiskar rakettir.

 

Ídnaðarbýurin, Kryvyj Rih, miðskeiðis í Ukraina er eisini hart raktur, og her eru í minsta lagi 10 fólk dripin og 31 særd. Sambært lokalum myndugleikum eru eitt nú skrivstovubygningur og ídnaðarbygningur í býnum raktir í álopunum.

 

Kelda: Dagbladet og NRK.