Russland leggur ætlanir um at víðka kríggið

- Vit útiloka einki tær næstu tvær til tríggjar vikurnar, nú ársdagurin fyri russisku innrásini nærkast.

- Blóðugir dagar eru í væntu, ávarar Oleksiy Danilov, skrivari hjá ukrainska trygdar-og verjuráðnum.

Oleksiy Danilov, sum er skrivari hjá ukrainska trygdar-og verjuráðnum, sigur við Sky News, at Ukraina fyrireikar seg til, at Russland fer at víðka um kríggið tær næstu vikurnar.

 

- Russar fyrireika seg til at víðka um kríggið. Teir savna alt, sum teir hava og hava hernaðarvenjingar. 

 

Hann útilokar ikki, at Russland kann leggja ætlanir um at leypa á Ukraina bæði har norðuri, suðuri og eysturi í landinum - júst, sum teir gjørdu, tá innrásin byrjaði hin 24. februar í fjør.

 

Oleksiy Danilov heldur tað ikki vera óhugsandi, at hetta verður gjørt í samband við ársdagin fyri krígnum.

 

- Vit útiloka einki tær næstu tvær til tríggjar vikurnar, sigur hann.

 

Skrivarin hjá ukrainska trygdar-og verjuráðnum væntar, at russar fara at leypa á við 160.000 herfólkum, sum verða partur av seinnu bylgjuni av innrásini.

 

Samstundis heitir hann á sameind lond í vesturheiminum um at senda enn fleiri vápn til Ukraina.

 

- Tað eru blóðugir dagar í væntu, ávarar ukrainski skrivarin, sum leggur aftrat, at næstu tveir til tríggir mánaðirnir fara at gerast avgerandi fyri kríggið.

 

 

 

- Blóðugir dagar eru í væntu, ávarar Oleksiy Danilov, skrivari hjá ukrainska trygdar-og verjuráðnum.