Russland leyp aftur á Kyiv í nátt

Ukrainar siga, at teir skutu 40 rakettir og dronur niður

(Mynd: Ritzau/Scanpix)

Russland framdi í nátt fimtanda álopið á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv hendan mánaðin.

 

– Hetta var enn ein trupul nátt fyri høvuðsstaðin, skrivar borgarstjórin Vitallij Klytjko á miðlinum Telegram.

 

Sambært hernaðarligu myndugleikunum í Kyiv vóru álop í nátt framd við krússararakettum og iranskt framleiddum álopsdronum. Ukrainski herurin skal hava skotið 40 rakettir og dronur niður í nátt. Eingin fekk skaða í álopinum í nátt.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Hetta var onnur náttin á rað, at russarar lupu á Kyiv. Sunnunáttina var eitt fólk dripið og fleiri særd, tá ið russarar lupu á við dronum.

 

– Við álopunum roynir fíggindum at hava fólk í einari alspentari sálarligari støðu, sigur Serhij Popko, sum er leiðari fyri hernaðarligu fyrisitingina í Kyiv.

 

Ukrainar hava í eina tíð fyrireika seg til stórt mótálop í móti russiskum herdeildum á ukiranskum landaøki, og seinastu dagarnar hava russarar økt álopini ímóti hernaðarligari útgerð og flutningsleiðum.

 

(Mynd: Ritzau/Scanpix)