Russland sent út handtøkuboð av Zelenskyj

Myndugleikarnir í Russlandi hava ikki sagt nakað um, hví ukrainski forsetin er endaður á listanum yvir eftirlýst.

 

Russiska uttanríkisráðið hevur sett ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, á sín lista yvir eftirlýst kriminell.

 

Eitt revsirættarmál er reist móti Volodymyr Zelenskyj, vísir ein dagføring av russiska dátugrunnnum yvir eftirlýst.

 

Russland kemur ikki við nøkrum ítøkiligum um, hvat ukrainski forsetin verður skuldsettur fyri. 

 

Myndugleikarnir í Russlandi hava ikki sagt nakað um, hví Volodymyr Zelenskyj er endaður á listanum yvir eftirlýst.

 

Hetta stig hjá Russlandi verður tí meira sæð sum symbolskt ella ímyndarligt.

 

- Fyri ukrainska forsetan fær hetta ongar avleiðingar, tá hann ikki er á russiskari jørð, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

Í fjør segði Volodymyr Zelenskyj, at hann veit um í minsta lagi fimm ella seks drápsroyndir ímóti sær, sum eru avdúkaðar og fyribyrgdar. 

 

Í mars í fjør sendi altjóða revsirættardómstólurin (ICC) út handtøkuboð av russiska forsetanum, Vladimir Putin.

 

ICC skuldsetir russiska forsetan fyri at hava ábyrgdina av burturflyting av børnum úr økjum í Ukraina, sum Russland hevur hersett.