Rýma undan bensinrokning

Ein afturvendandi trupulleiki, sum mangan endar hjá løgregluni, eru fólk, ið rýma frá bensinrokningini á bensinstøðunum

– Vit fingu eina slíka áheitan í gjár um at finna fram til ein bileigara, sum var koyrdur undan rokningini frá eini bensinstøð í Havn, greiðir vakthavandi á politistøðini frá.

Mannagongdin er tann, at tey fáa boð um at gjalda alt fyri eitt, annars verður tað til eitt politimál.

– Javnan siga fólk, at tey høvdu gloymt at rindað, og fara tey so alt fyri eitt aftur á bensinstøðina at rinda fyri brennievni – og um bensinstøðin ikki meldar málið, so gera vit ikki meira við málið enn tað. Vit tryggja okkum tó, at tað verður goldið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.