Sæla verður sýnd í Løkshøll

Eftir útseldu frumsýningina í Norðurlandahúsinum hevur verið nógvur eftirspurningur at síggja Sælu. Nú er møguleiki!

 

 

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

 

Høgni Djurhuus rósti filminum og segði, at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.”

 

Bjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum Rebekka er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir, pínan, neyðin, ivin, sannførandi."

 

Sæla verður sýnd hóskvøldið 9. februar kl. 20.00.  Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs, ið áður hevur leikstjórnað Ábyrgd, sum eisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata. Filmurin er 25 minuttir langur, og eftir sýningina verður sofaprát við leikstjóra Katrin Joensen-Næs. Búi Dam leiðir prátið.

 

Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen og Ebba Malena Debess Thomsen.

 

Atgongumerki fáast her: loksholl.fo/events/event/442

 

Aldurmark: 15 ár

 

##med2##