Særif SH kemur heim úr Íslandi við farmaskipi

- Hetta er ein fínur glastrevjabátur, bygdur í 2012. Báturin hevur egningamaskinu og er innilokaður, sigur reiðarin, Óli M. Lassen.

 

Tað er partafelagið P/F EFHO í Klaksvík, ið eigur gamla útróðrarbátin Líðhamar og frystilínuskipið Jákup B, sum nú hevur keypt Særif SH úr Íslandi.

 

Reiðarin, Óli M. Lassen, sigur, at teir eru glaðir fyri keypið av bátinum, sum kemur í flotan fyri gamla eikbygda Líðhamar, sum er ein nógv størri bátur.

 

Nýggi báturin er slakar 15 metrar langur og umleið fimm metrar breiður. Hann er innilokaður og hevur egningamaskinu. Vanlig ferð liggur um 10 sjómíl.

 

Reiðarin sigur, at báturin er sera væl útgjørdur - eisini við nautiskari og aðrari útgerð, eins og hann hevur vælvirkandi stabiliseringstangar.

 

Petur Joleif Svøðstein, sum hevur ført útróðrarbátin Líðhamar í fleiri ár, verður eisini maðurin, sum kemur at føra nýggja bátin.

 

Óli M. Lassen væntar, at manningin verður fýra, og hann sigur, at nýggi báturin fer at gera styttri línutúrar - fyri at fáa fyrsta floks fisk til lands.

 

- Báturin hevur góða last, og vit leggja sjálvandi dent á at koma til lands við besta fiskinum. Soleiðis vænti eg, at hvør túrur verður ein, tveir ella tríggjar dagar.

 

Nýggi Líðhamar lastar umleið 30.000 pundum, men tá verður hann helst rættiliga fullur.

 

- Vit fara ikki at sigla bátin heim. Báturin kemur heim úr Íslandi við farmaskipi, og í løtuni verður arbeitt við einum stativi, sum báturin skal standa á.

 

Óli M. Lassen sigur, at teir eru rættiliga spentir eftir at fáa bátin heim, og hann væntar, at nýggi Líðhamar kemur til Føroya seinni í hesum mánaðinum.

 

- Eg haldi, at vit hava gjørt eitt gott keyp. Prísurin verður ikki upplýstur, men ein slíkur bátur kostar fleiri miljónir at byggja, leggur hann aftrat.