Sævarmoy vann tveir sigrar í dag

Barnaróður: Báturin úr Klaksvík vann útsettu róðrarnar hjá bæði gentum og dreingjum

Í gjár vóru ikki líkindi at rógva kapp hjá barnamanningunum, tá ið tað var kappróður í Miðvági.

 

Tá varð gjørt av at útseta barnaróðurin til í dag, og nú riggaði tað heilt væl, tí líkindini at rógva vóru góð.

 

Í finaluni í genturóðrinum var Sævarmoy fyrst á mál. Hetta var fyrsta ferðin, at genturnar úr Klaksvík vinna hesa kappingina í ár. Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vann á fjarðastevnu, og so hevur Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vunnið tríggjar ferðir.

 

Sævarmoy hevur vunnið seg so spakuliga fram. Á sundalagsstevnu og jóansøku var hon nummar fýra, á varmakeldu var hon nummar trý, og í dag eydnaðist tað at vinna. Sævarmoy var alla tíðina í kapping við Sílið hjá Havnar Róðrarfelag og Tistil. Tá ið startspurturin var av, var Sævarmoy fremst, og tað eydnaðist at halda tørn um tepru leiðsluna allan 500 metra teinin.

 

Drekin er stórur FM favorittur, men í dag vignaðist tað ikki so væl, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, tí Drekin endaði á fjórða plássi, men fjarstøðan var ikki so stór fram til oddin. Tað var ikki leyst frá Sævarmoy og aftur til Drekan.

 

Í kappingini millum dreingirnar var Sævarmoy fyrst á mál eftir sera spennandi kapping við Koll úr Kollafirði og Títling hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Tað eru hesir tríggir bátarnir, sum kappast um at vinna FM. Sigurin hjá Sævarmoy í dag var tann næsti í ár. Sævarmoy vann eisini á fjarðastevnu. Títlingur vann á varmakeldu og jóansøku, meðan Dúgvan vann á sundalagsstevnu.

 

Leygardagin verður FM kappróður í Klaksvík.

 

Barnaróður gentur

 

1Sævarmoy02:50.17700
2Sílið02:50.43600
3Tistil02:51.25500
4Drekin02:52.11400
5Ingibjørg02:55.10300
6Svalan02:55.46200
7Blikur02:56.31100
8Súlan03:00.39000
9Havørnin03:02.46000
10Títlingur03:04.45000

 

 

 

Barnaróður dreingir 

 

1Sævarmoy02:41.10700
2Kollur02:42.44600
3Títlingur02:43.48500
4Havfrúgvin02:51.12400
5Leikalind02:51.18300
6Royndin Fríða02:51.48200
7Havørnin02:53.06100
8Frúgvin02:55.03000
9Tekla02:55.38000
10Tistil02:55.44000