Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur skotið trý mál, øll trygt uppá brotskøst, og lið hansara, Sävehof er á odda 14-11 í steðginum móti Skøvde.
Skøvde byrjaði betri og var á odda 4-2. Sävehof hevði eina góða løtu tá teir fóru frá 7-7 til eina 11-7 leiðslu.
Elias hevur fingið eina tvær minuttirs útvísing í dystinum higartil.
Sävehof er á odda 2-0 í vunnum meistaraskapsfinalum, og megna teir í Sävehof at vinna á Skøvde í kvøld vinna teir svenska meistaraheitið 2021.