Sävehof vann greiðan sigur á uppflytarunum

Sävehof hevur fult stigatal aftaná tvey tey fyrstu umførini í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku í dag móti uppflytarunum úr Karlskrona á heimavølli í Partille í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof vann greiðan 35-26 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12.

 

Óli skoraði trý mál og legði upp til fýra mál hjá sínum viðleikarum.

 

Sävehof hevur við fýra stigum fulla úrtøku aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í deildini.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Sävehof grannauppgerð móti Önnered.