Saknað kvinna funnin deyð í Qaqortoq

Ein ung kvinna, sum hevur verið saknað síðan leygardagin, er í dag funnin deyð.

Sjálvboðin funnu í dag líkið av ungu kvinnuni, sum leitað hevur verið eftir, uttan fyri Qaqortoq.

 

 

Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi í dag, sum Sermitsiaq endurgevur, at unga kvinnan varð funnin nakað uttan fyri Qaqortoq. Bæði í gjár og í dag hava sjálvboðin leita eftir kvinnuni.

 

- Seinnapartin í dag fingu vit boð um, at sjálvboðin, sum hjálptu til við leitingini, høvdu funnið saknaðu kvinnuna nakað uttan fyri býin, men tíverri var hon deyð, sigur Grønlands Politi.

 

Løgregla vil í løtuni einki siga um deyðsorsøkina ella um onnur viðurskifti í samband við málið.

 

Familjan, sum hevur fingið fráboðan um deyðsfallið, fær kreppuhjálp, og tað fáa eisini tey, sum funnu kvinnuna.

 

Sambært Grønlands Politi hevur umfatandi leiting verið eftir kvinnuni, og nógv sjálvboðin hava luttikið í leitingini.

 

- Vit vilja takka øllum teimum sjálvbodnu, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði. Tað er rørandi at síggja, hvussu mong standa saman og hjálpa hvørjum øðrum, sigur løgreglan.

 

Grønlands Politi takkar eisini Diving and Safety Solutions í Qaqortoq, sløkkiliðnum í býnum og Arktisk Kommando eins og sjóverjuskipinum, Knud Rasmussen, sum øll tóku lut í leitingini.

 

 

 

Sjálvboðin funnu í dag líkið av ungu kvinnuni, sum leitað hevur verið eftir, uttan fyri Qaqortoq.