Sambandsflokkurin hevur valsending á FM1 mikumorgunin

Nú byrja valsendingarnar á FM1

So byrja valsendingarnar á FM1. 

 

Mikudagin klokkan 10  verður fyrsta av trimum beinleiðis valsendingum á FM1, har Sambandsflokkurin við Johan Dahl, Eyðdis Hartmann Niclasen og Annu Falkenberg fara at tosa um hjartamál nú Fólkatingsvalið stendur fyri durum.

 

Vertur í sendingini verður Annika Fossá.

 

Hinar báðar sendingarnar vera í komandi viku, týsdagin 25. oktober klokkan 13, og hósdagin 27. oktober klokkan 13.

 

Lurtararnir kunnu smsa spurningar og viðmerkingar inn á nummar 559999.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo