Samgonguleiðarar fund um støðuna í morgin

Eftir at Rigmor Dam er farin frá sum landssstýriskvinna fara samgonguleiðararnir at viðgera politisku støðuna í morgin, tá ið løgmaður er komin aftur av ríkisfundi

Samgongan hevur fleiri spurningar at loysa áðrenn haldast kann fram við politiska arbeiðnum.

 

Rigmor Dam er farin frá sum landsstýriszkvinna og andstøðan krevur at nýtt formansval verður í fíggjarnevndini.

 

Fyribils hevur løgmaður yvirtikið málsøkini hjá fráfarnu landsstýriskvinnuni, men ætlanin er ikki, at hann skal hava tey restina av valskeiðnum. Tí skal ein politisk semja gerast í samgonguni um hvør skal røkja málsøkini, sum Rigmor Dam hevði.

 

Vuiðvíkjandi kravinum um formansval í fíggjarnevndini, so verður tað ikki eftirlíkað av samgonguni.  Samgongan letur ikki tann formanssessin frá sær. Finst ongin onnur loys, so fer samgongan at krevja nývøl av øllum tingnevndunum. Tað fer at hava við sær, at samgongan varðveitir formansszkapin í teimum týdningarmiklastu nevndunum.

 

Men hetta er bert møguligt um bæði Sonja Jógvansdóttir og Msagni Laksáfoss atkvøða saman við samgongunim, tí Sjálvstýri hevur boðað frá, at flokkurin ikki aftur fer at gera valbólk saman við dsasmgonguni.

 

Politiski línudansurin kann hava við sær, at ikki alt fæst at ganga upp og tí kann tað enda við einum væli rættuliga skjótt.