Samgonguskjalið: Tað hevur størri áhuga, hvat ið ikki er nevnt í skjalinum

Runavíkar kommuna lýsir við einum ”ráðstevnufundi” í komandi viku um hvørja grein í nýggja samgonguskjalinum.

 

Tað kann sjálvandi vera áhugavert, men tað er meira áhugavert, hvat ið ikki verður tikið við í hesum skjali.

 

Har verður ikki nevnt eitt orð  rættindi og rættartrygd hjá okkum “vanligu” borgarum.

 

Samgonguflokkarnir hava sum so longu frammanundan lýst teirra støðu í einum fyri borgararnar so avgerandi mál.

 

Í 2016 lovaði Poul Michelsen sum landsstýrismaður mannarættindanevndini hjá ST at dagføra rættartrygdina hjá Føroyum, so hon kom at samvara við restina av kongaríkinum. Landstingið í Grønlandi hevur  fyri fleiri árum síðani sett hesa lóggávu í gildi í Grønlandi.

 

Poul  setti beinanvegin eina nevnd at fyrireika at hetta varð gjørt. Henda nevndin kom eisini við uppskoti um eina føroyska skipan, sum var í samsvar við restina av ríkinum.

 

Men tá hendi tað merkiliga, at táverandi/núverandi løgmaður,  steðgaði hesum arbeiði, og tí er stórt sæð einki hent á  hesum økinum. Hetta merkir, at Føroyar framvegis skulu vera eftirbátar á tí mest avgerandi økinum hjá einum landi, sum kallar seg rættarsamfelag. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, hevur eisini fleiri ferðir víst á hetta uttan at fáa svar.

 

 

 

Munurin á rættarfatan í  Danmark og Føroyum

 

Tað finst dokumentatión um rættarstøðuna í Føroyum í mun til hana í Danmark. Í hesi stuttu grein skal gevast eitt dømi, sum er um munin millum kringvørp í londunum báðum.

 

Í 2005 hevði danska TV2 eini villeiðandi tíðindi um skattaviðurskiftini hjá føroyskum fiskimonnum í mun til  teir donsku. Hetta varð eisini nýtt av politiskum kreftum í Danmark móti  galdandi blokkstuðlinum.

 

 Men eftir at hava fingið frágreiðing frá FF um rætta samanhangin í hesum máli, tók TV2 alment hesi tíðindi aftur. Sjálvur tíðindastjórin bað í brævi til formannin í FF  um umbering fyri hesi skeivu tíðindi, sum vóru grundað á skeivar upplýsingar úr Føroyum.

 

Ein slíkan miðil í einum slíkum samfelagi kann  borgarin kenna seg tryggan við.

 

Men hetta hevði ikki hent við tí føroyska KVF. Teir gera eftir teirra meting ongantíð nøkrum órætt. Um tíðindi ikki samsvara við veruleikan, so verður veruleikin í eini “kanning” snøggaður til, so hann samsvarar við skeivu tíðindini.

 

Men tað valdast sjálvandi, hvør ið tað er sum málið snýr seg um. Tað er skjalprógvað, hvussu KVF ger seg inn á privatar borgarar, sum ongan møguleika hava við verandi skipan at kæra ella at koma til orðanna.

 

KVF hevur enntá latið gera og góðkent eina ”kanning”, har tær galdandi fjølmiðlareglur, sum skulu verja borgarar, ikki eru nevndar og tískil mugu metast at vera settar úr gildi.

 

 Tann sum setur spurning við hvussu ein tíðindaflutningur er í samsvar við galdandi reglur fær at vita,  at tað samb. KVF  er bara er galið við einum, og tað er tann  sum spyr. Ikki heilt ókent um farið verður longur út í heim.

 

Tað eru heiðurlig og roynd tíðindafólk, sum øtast um ”etikkin” hjá KVF og meta hann sum rættarbrot, ið ikki skuldi kunnað verið møguligt.

 

Alt hetta veit politiska skipanin, og tað skuldi verið so upplagt at endurskoða tær reglur og mannagongdir, sum eru galdandi á hesum øki. Hetta kundi verið evnið á einum komandi “ráðstevnufundi”.