Samuel stýrdi dronuni í Hvannasundi

Kendu norskur djóraaktivistur stýrdi nógv umtalaðu dronuni í grindadrápinum í Hvannasundi

38 ára gamli Samuel Rostøl, sum er ættaður úr Kvinesdal í Noregi, stýrdi dronuni, sum filmaði grindadrápið í Hvannasundi fyri sløkum trimum vikum síðani.

 

Dronan varð nógv umtalað, tí eitt fólk á landi skeyt dronuna við høglbyrsu, og dronan fekk skaða. Tilburðurin varð meldaður til løgregluna, sum hevur skuldsett norðmannin fyri at flúgva við dronu uttan loyvi.  

 

Samuel Rostøl hevur í fleiri ár verið virkin umhvørvismaður, og hann hevur verið við í fleiri átøkum til frama fyri djóravælferð og umhvørvi. Samuel Rostøl hevur verið nógv frammi í norskum miðlum, og hann hevur luttikið í sjónvarpssendingini »Farmen« hjá norska TV2.

 

Í 2019 var Samuel Rostøl í hungursverkfalli uttanfyri norska Stórtingið í eina viku fyri at mótmæla, hvussu grísar vera dripnir á sláturhúsum í Noregi.

 

Í summar hevur hann verið við í átaki hjá Sea Shepherd í Føroyum.

 

Blaðið Fædrelandsvennen hevur gjørt samrøðu við Samuel Rostøl um hendingina í Føroyum. Rostøl greiðir frá, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevur luttikið í átaki hjá Sea Shepherd, og at hetta var fystu ferð, at hann var í Føroyum fyri at fylgja við grindadrápi.

 

– Endamálið við at filma grindadrápið við dronu var fyri at dokumentera, hvussu drápið gekk fyri seg, og hvussu hvalirnir vóru viðfarnir, sigur Samuel Rostøl við Fædrelandsvennen.

 

##med2##

 

Blaðið hevur í sambandi við samrøðuna eisini tosað við Tore Haug, sum er leiðari havsúgdjóradeildini hjá norska Havforskningsinstituttet. Hann vísir á, at grindadrápið er burðardygt, og at drápshátturin er tilpassaður gjøgnum árini.

 

– Eingir trupulleikar eru við grindadrápinum. Vágirnar verða fyltar við blóði, og fyri sartar býarsálir kann tað tykjast dramatiskt. Um fólk reagera upp á grindadrápið, er tað fyrst og fremst ein mentanarligur samanstoytur, sigur Tore Haug við Fædrelandsvennen.

 

Samuel Rostøl er farin úr Føroyum aftur. Hann býr í Svøríki.

 

 

 

Dronan, sum filmaði grindadrápið, var skotin við høglbyrsu