Saudi Arabia er til reiðar at mekla

Krúnprinsurin kom við hesi útsøgn á toppfundi í sonevndu Arabisku Liga'ini, sum er í býnum, Jeddah.

Krúnprinsurin í Saudi Arabia, Mohammad bin Salman, sigur í dag, at landið er til reiðar at mekla í stríðnum millum Russland og Ukraina.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

Sagt verður, at krúnprinsurin kom við hesi útsøgn á toppfundi í sonevndu Arabisku Liga'ini, sum er í býnum, Jeddah.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er sambært Dagbladet eisini við á fundinum.

 

Sambært Reuters heitti forsetin á luttakararnar á toppfundinum um at stuðla ukrainska ynskinum um frið.

 

Arabiska Liga'ini er ein felagsskapur av arabiskum statum, sum eitt nú arbeiðir fyri búskaparligum samstarvi og samstarvi innan handil, samskifti, mentan og heilsuverk.

 

Felagsskapurin, sum er stovnaður hin 22. mars í 1945, arbeiðir eisini fyri sjálvstøðu og sjálvsavgerðarrætti hjá limaondunum.