Seks stig til ÍF og trý stig til AB

ÍF fekk eina samlaða úrtøku í teimum trimum dystunum móti AB, ið kann fara at vísa seg at blíva avgerandi

ÍF vann báðar heimadystirnar móti AB, og AB vann tann eina heimadystin móti ÍF.

 

Tað stendur eftir nú ÍF og AB hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hetta kappingarárið.

 

Úrtøkan sum er seks til ÍF og trý stig til AB í teimum trimum innanhýsis dystunum kann fara at vísa at blíva avgerandi í samlaða roknistykkinum, men enn hava liðini fýra dystir eftir at spæla.

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 5-3 til ÍF.

 

ÍF-AB 2-0 (1-0) - 2. apríl

 

AB-ÍF 2-0 (1-0) - 11. juni

 

ÍF-AB 3-1 (2-0) - 24. september

 

Kelda: FaroeSoccer