Sera ring líkindi: Máttu stongja ein veg í Suðuroy

Bilar standa fastir, og tað verða fleiri, sum ikki lukkast við Smyrli í morgun

Á Porkerishálsi ímillum Porkeri og Hov, er alt avkavað í morgun

Tað hevur aftur kavað av grimd í nátt, og hesa ferð er tað serliga Suðuroyggin og Sandoyggin, sum hava staðið fyri skotum. Umframt at tað kavar illa, er er tað eisini rættiligt jarðrok í ælunum.

 

Landsverk sigur, at tað er ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni, Dal, Húsavík og Skálavík, men har verður grivið. Í Suðuroy er so nógvur kavi, sum sjáldan fyrr, og har eru sera ring líkindi allastaðni.

 

Landsverk sigur, at tey hava verið noydd at steingja vegin ímillum Porkeri og Hov, tí har er alt avkavað - og tað eru sera ring líkindi ímillum Ørðavík og Fámjin.

 

Tað verða nøkur, sum ikki lukkast við Smyrli í morgun, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki. Smyril siglur av Krambatanga nú klokkan 8.30 í morgun.

 

Á hesum sama vegastrekki hava einir tríggir, fýra bilar bilar eisini staðið fastir í nátt. Tey ringdu til løgregluna, men fingu at vita, at tey máttu bíða til Landsverk fór at grava klokkan seks.

 

Men tey ringdu so sjálvi til bjargingarliðið, og nakað fyri klokkan seks varð boðað frá, at bjargingarfelagið hevði fingið tey leys. Landsverk sigur, at tey grava, men at tey halda ikki tørn, so tað er óvist, nær vegurin letur upp aftur.

 

Árni Jacobsen sigur, at tað er eisini vandi fyri, at tað fer at kava illa aðrastaðni í landinum seinni.

 

Tað eru eisini ring líkindi um alt landið, og heitt verður á bilførarar um at vísa størsta varsemi.  Tey, sum kortini fara í bil, eiga at fyrireika seg og hava heit teppi við, og eina fult lødda fartelefon, sigur løgreglan

 

Á Porkerishálsi ímillum Porkeri og Hov, er alt avkavað í morgun