Sevilla eigur Europa League

Europa League: Sjálvt ikki José Mourinho megnaði at steðga Sevilla at vinna Europa League fyri sjeyndu ferð

Sevilla vann í gjár Europa League finaluna móti AS Roma upp á brotssparkskapping. Tað stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Einki mál kom í longdu leiktíðini og tí varð farið til brotssparkskapping, sum Sevilla vann.

 

Tað var annars AS Roma, sum kom á odda í ungarska høvðusstaðnum Budapest. Tað var argentinski Paulo Dybala, sum skoraði málið. Undan dystiunum hevði José Mourinho annars boðað frá, at Paulo Dybala bara var tøkur til tjúgu minuttir.

 

Í seinna hálvleiki kom eitt ávíst trýst frá Sevilla. Tað gav úrslit, tá Gianluca Mancini var óheppin og sendi innleggið frá Jesús Navas í egið mál. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

 

Sevilla fekk eitt brotsspark stutt fyri tíð, men enski dómarin, Anthony Taylor, tók tað aftur. Í hinum endaum vildi AS Roma hava brotsspark, men tað var dómarin ikki samdur í.

 

Í brotssparkskappingini bjargaði Yassine “Bono” Boun tvær ferðir. Málverjin úr Marokko gav við hesum argentinska Gonzalo Montiel møguleikan at avgera enn eina finalu hetta kappingarárið. Hann var maðurin, sum skoraði avgerandi brotssparkið hjá Argentina í HM-finaluni. Hann brendi í fyrstu atløgu, men tað bleiv dømt umspark, tí málverjin var farin av strikuni ov tíðliga. Í aðru atløgu sendi hann Europa League steypið heim til Sevilla fyri sjeyndu ferð í søguni.

 

Sevilla – AS Roma 1-1 (4-1 eftir brotsspørk)

 

0-1 Dybala, 35

 

1-1 Mancini, 55 sjálvmál

 

Sevilla: Bounou; Jesús Navas (Montiel 94), Badé, Gudelj (Marcão 120+8), Alex Telles (Rekik 94); Fernando (Jordán 120+9), Rakitić; Ocampos, Óliver Torres (Suso 46), Bryan Gil (Lamela 46); En-Nesyri

 

AS Roma: Rui Patrício; Ibañez, Mancini, Smalling; Zeki Çelik (Zalewski 91), Cristante, Matić (Bove 120), Spinazzola (Diego Llorente 106); Pellegrini (El Shaarawy 106), Dybala (Wijnaldum 68); Abraham (Belotti 74)