Siga nei takk uttan MSC-góðkenning

- Okkara virksemi hevði ikki borið til uttan, at upsin hevði sítt vørumerki, sigur Jógvan Hansen, stjóri á Kósini í Klaksvík.

 

 

 

Jógvan Hansen, sum er stjóri á Kósavirkinum í Klaksvík og formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, sigur, at MSC-góðkenningin á upsa hevur alt at siga fyri virksemið hjá teimum, har upsi fyllir umleið 70 prosent av ráfiskatilfeinginum.

 

- Tað hevði slett ikki borið til við okkara virksemi, um vit ikki høvdu hesa góðkenning, sum okkara kappingarneytar hava.

 

Høvuðsmarknaðirnir hjá Kósini fyri upsa eru Frakland, Týskland, Háland, Belgia og Pólland - eitt sindur skiftandi, hvør marknaður er hin størsti.

 

- Um okkara sølufólk ringdu til keyparar í Fraklandi ella Týsklandi og søgdu, at tey høvdu eina nøgd av upsa, sum onga MSC-góðkenning hevur, høvdu keypararnir sagt nei takk. 

 

Hetta merkir tó ikki, at marknaðir ikki kunnu finnast, sum ikki í sama mun spyrja eftir MSC.

 

- Men, heimurin gerst meira og meira tilvitaður, og vit selja sjálvsagt okkara fiskavørur, har vit fáa besta prísin, og tað er á teimum marknaðum, sum krevja MSC-góðkenning, sigur Jógvan Hansen.

 

Í VikuskiftisSosialinum í dag verður gjørt burtur úr týdninginum av, at nøkur føroysk fiskasløg hava MSC-góðkenning, og her verður dentur lagdur á, hvat hetta merkir fyri upsa.

 

Her verður skift orð við eitt nú Duritu í Grótinum, góðskuleiðara hjá JFK, sum hevur arbeitt nógv við MSC-góðkenning í fleiri ár.