Silkeborg fekk stig í Superligu afturkomu

Uppflytararnir í Silkeborg tóku ímóti Sønderjyske í Superliga dysti í kvøld. Dysturin endaði málleysur.

Silkeborg fekk stig í fyrsta superliga afturkomu

 

 

 

Uppflytarin Silkeborg tók ímóti Sønderjyske í Superliga dysti í kvøld. Dysturin endaði málleysur. Sønderjyske hava framt stórar broytingar í leikara hópi sínum eins og í venjaratoyminum. Fyrsta uppgávan hjá nýggja høvuðvenjaranum, Michael Boris, var yvirkomilig á pappírnum, tí mótstøðuliðið var júst flutt upp úr næstbestu deildini. Tó vísir hetta seg ofta ikki at verða ein vansi, og Silkeborg komu inn til dystin við spæligleði og sjálvsáliti, sum eisini sást aftur á vøllinum. Silkeborg vóru spælstýrandi og undirhaldandi at eygleiða, meðan Sønderjyske dúvaðu uppá mótálop. Serliga var tað áleypandi miðvallarin, Emil Frederiksen, ið var ein hótti ímóti Silkeborg verjuni.

 

 

 

Stórir møguleikar

 

Dystargongdin helt fram allan dystin, men neyvleikin vantaði avgerandi støðunum. Hjá Silkeborg brendi Sebastian Jørgensen ein fríleypara. Sønderjyske høvdu tveir stórar møguleikar uppá mótálop, og var tað serliga í seinasta minutti, at teir burdu avgjørt dystin. Frederiksen fekk ein risa møguleika, men skotið gjørdist ov veikt.

 

 

 

Dysturin endaði 0-0

 

 

 

Silkeborg-Sønderjyske 0-0