12 tilburðir í Sisimiut og Qaqortoq

Í løtuni hava grønlendsku myndugleikarnir ikki yvirlit yvir, um tey 12, sum longu eru smittað í býunum, kunnu hava smittað onnur. 

 

 

 

 

Í Grønlandi er í løtuni eitt stórt arbeiði í gongd við at finna fólk, sum kunnu hava verið tætt upp at covid-19 smittaðum í býunum, Qaqortoq og Sisimiut, samstundis sum herðingin í býunum fyribils verður longd fram til mánadagin.

 

Í løtuni eru seks smittað við koronu í Qaqortoq, og seks eru smittað í Sisimiut. Tískil verður í løtuni mett, at hesir báðir býirnir í løtuni eru øki, har vandin fyri at verða smittaður við koronu er stórur.

 

- Øll fráferð úr Qaqortoq og Sisimiut er nú steðgað fram til mánadagin. Avgerðin byggir á tilmæli frá farsóttarnevndini. Hetta merkir, at eingin kann fara úr  Qaqortoq og Sisimiut.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, segði á tíðindafundi um koronu-støðuna í Grønlandi í dag, at avmarkingarnar kortini ikki merkja, at fólk ikki sleppa til býirnar, tí tað sleppa tey framvegis.

 

Orsøkin til nýggju krøvini er, at koronu-smittan í býunum, Sisimiut og Qaqortoq, ikki er undir eftirliti í løtuni, og tískil vilja myndugleikarnir gera tað, sum gerast kann fyri, at smitta ikki spjaðir seg longur út um landið.

 

Fólk, sum skulu til Danmarkar úr Qaqortoq ella Sisimiut - antin um Narsarsuaq ella Kangerlussuaq - vera ikki ávirkað av støðuni, men kunnu ferðast úr býunum eftir ætlan, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Kiista L. Fencker.

 

Í løtuni hava grønlendsku myndugleikarnir ikki yvirlit yvir, um tey, sum longu eru smittað í býunum, kunnu hava smittað onnur.  Fleiri, sum eru kannað, bíða eftir svari.

 

Kapasiteturin til kanningar serliga í Qaqortoq er ein avbjóðing, og tískil er tað eisini ein avbjóðing, nær svarini upp á gjørdar covid-19 kanningar fyriliggja.

 

- Vit hava í løtuni ikki havt møguleikan at kanna og fylgja øllum upp, sum kunnu hava havt samband við tey smittaðu, tí kapasiteturin er ein avbjóðing, og tað er flogferðslan eisini, segði landslæknin í Grønlandi á tíðindafundi í dag.

 

Aðrar skerpingarnar, sum vórðu settar í gildi í Grønlandi týsdagin, verða fyribils galdandi fram til mánadagin. Í Grønlandi arbeiða tey eisini við at broyta reglurnar um flúgving úr Danmark til Grønlands.