Sjálvandi skulu útlendsk ferðafólk rinda MVG

Ferðavinnan er ein vinna, og tí skal hon geva avkast og skapa virðisøking í føroyska samfelagsbúskapinum. Føroyska ferðavinnan skal tí hvørki hava beinleiðis ella óbeinleiðis stuðul frá føroyska skattgjaldaranum.


Í dag ferðast útlendsk ferðafólk óvanliga bíliga við tyrlum, strandferðsluskipum og bussum, sum føroyski skattgjaldarin rindar størsta partin av við skattum og avgjøldum. Harumframt sleppa útlendsk ferðafólk í fleiri førum undan MVG, umvegis ymisk undantøk í MVG lógini, tá ið tey keypa ymsar tænastur í Føroyum, t.d. á gistingarhúsum, kampingplássum og leigubilum.


Vit skulu ikki stuðla útlendskum ferðafólkum við føroyskum skattakrónum at koma til Føroyar, tí tá er ferðavinnan ikki nøkur vinna.


Hesi viðurskifti skulu endurskoðast og broytast, tí ferðavinnan skal leggja pening eftir seg til føroyska samfelagsbúskapin, so føroyski skattgjaldarin sleppur bíligari.


Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur inn í Løgtingið á Løgtingsvalinum tann 8. desember.

 

Bergur Robert Dam Jensen,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin